HIDDENFJORD
Útgivið
30. november 2022
Útgongur
13. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hiddenfjord sóknast eftir maskinmeistara, elektrikara og smiðjum til smoltstøðina á Fútakletti

Ert tú til reiðar til eitt avbjóðandi og spennandi starv, har tú sleppur at geva títt íkast til menningina á eini framkomnari smoltstøð? Ert tú nýútbúgvin, ella hevur tú viðkomandi arbeiðsroyndir, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Starvið
Talan er um fast starv í tekniska toyminum á smoltstøðini á Fútakletti, har uppgávurnar snúgva seg um menning og viðlíkahald av:

  • pumpum, køli- og vatnreinsiskipanum
  • el- og neyðstreymsskipanum
  • bioreinsiverkum, ilt- og luftframleiðslutólum

Eisini eru nógvar ymiskar smiðjuuppgávur.Eftir tørvi verður tú harumframt partur av framleiðslutoyminum, har tú luttekur í praktiskum røktaruppgávum. Tú mást vera til reiðar at vera partur av eini vaktarskipan.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, góð samstarvsevni og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.

Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men tað kemur fyri, at uppgávur liggja uttanfyri, og tí vænta vit, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi.

Vit bjóða
Eitt spennandi starv, har tú ert við til at framleiða laks í heimsflokki. Tú fært góðar møguleikar fyri menning í nevndu arbeiðsøkjum. Vit læra teg alt um smoltaling, bæði viðvíkjandi tekniska partinum og lívfrøðiligum arbeiðsgongdum.

Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Vilt tú vita meira?

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóannes Olsen, tekniskan leiðara, á telefon 220 257.

Umsókn
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skulu sendast til starv@hiddenfjord.com. Umsóknarfreistin er 13. desember

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið