Bakkafrost
Útgivið
13. februar 2024
Útgongur
3. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á lívfiskastøðini arbeiða vit við at menna og kynsbøta føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðir hjá Bakkafrost. Virksemið er á lívfiskastøðunum við Áir, í Skopun og á Húsum.

Arbeiðsøki
Sum maskinmeistari fert tú at starvast saman við einum toymi av fiskarøktarum og lívfrøðingum, sum ganga høgt uppí kynsbótaarbeiði og virka fyri at framleiða fyrsta floks rogn. Somuleiðis kanna vit eisini mótstøðuførið hjá føroyska laksinum mótvegis ymiskum sjúkum.

Uppgávan hjá tær verður at tryggja rakstur av allari tekniskari útgerð, sum stuðlar upp undir eina effektiva framleiðslu og hevur avgerandi týdning fyri virksemið á lívfiskastøðini.

Uppgávurnar í starvinum eru :

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Arbeiði við stýringum
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Arbeiðstaðurin er á lívfiskastøðini við Áirnar, men tú skalt vænta at arbeiða á lívfiskastøðini í Skopun og á Húsum av og á.

Talan er um fulltíðar starv, sum er 40 tímar um vikuna. Vanliga arbeiðstíðin er frá kl. 8 - 16, men tilkall aftaná vanliga arbeiðstíð kann koma fyri.

Tín vangamynd
Tú hevur royndir og útbúgving sum maskinmeistari. Tú trívist við at taka sjálvstøðugar avgerðir og arbeiða við tekniskum loysnum. Tú verður einasti maskinmeistari við Áir og í Skopun fyrstu tíðina, men tú fert at samstarva við maskinfólkini á Húsum umframt tekniskan leiðara á Glyvrum. Tú ert fleksibul og kanst traðka til um okkurt óvæntað kemur fyri eftir arbeiðstíð. Tú hevur koyrikort og kanst skifta ímillum arbeiði á teimum ymisku lokatiónunum.

Vit bjóða
Starvið sum maskinmeistari er eitt avbjóðandi og mennandi starv. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Olsen, alileiðara á landi, á tel. 23 51 25, t-post ruol@bakkafrost.com ella Jonhard Eysturskarð, leiðara á lívfiskastøðini, á tel. 23 58 28, t-post joey@bakkafrost.com

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Møguleiki er at byrja beinan vegin. Umsóknarfreistin er sunnukvøldið 3. mars 2024.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.

www.bakkafrost.com

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið