Looknorth
Útgivið
13. marts 2023
Útgongur
12. april 2023
Staður
Faktorvegur 23, FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit ynskja at menna og styrkja um okkara teknisku førleikar við einari vangamynd, sum er vælútbúgvið maskinfólk við drúgvum royndum.
Tín vangamynd

  • Tú hevur góðan kunnleika til stýringar og el.
  • Tú hevur jaligan hugburð, umframt sinnaður at starvast í einum toymi, har øll eru viðkomandi fyri tann dagliga raksturin av virkinum.
  • Tú hevur ábyrgdina av at amboð og tól, ið verða nýtt til framleiðsluna altíð eru tøk og í góðum standi. Eisini er uppgáva tín at allir vanligir nýtslulutir, eykalutir vm. eru á goymslu og tøkir.
  • Tú setir reinhald og reinføri í hásæti, bæði tá ið talan er um framleiðsluútgerðina og uttanumøki.
  • Tú hevur stóran áhuga í at menna tøkniliga førleikan á virkinum.
  • Tú hevur rímuligan teldukunnleika, soleiðis at dagligar viðlíkahalds- og framleiðsluskrásetingar verða dagførdar javnan.

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt sera spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi, har tú verður við til at menna fyritøkuna tøkniliga frameftir.
  • Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
  • Starvsbyrjan skjótast tilber eftir nærri avtalu.

Um nærri greining ynskist um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Ragnar O. Sundstein, stjóra umvegis telefon 758110 ella teldupost: ragnar@looknorth.fo

Umsóknarfreist: 12. apríl 2023.

Um Looknorth
Looknorth er plastframleiðari, sum áhaldandi mennur og framleiðir nýggjar vørur. Hetta ger at vit økja um tilgongdina og ymiskleikan av framleiðslutólum. Looknorth framleiðir seks dagar um vikuna og allar tímarnir í døgninum. Framleiðslan umfatar EPS vørur (flamingo), harðplast vørur (sproytustoyping) og termoformaðar vørur. Framleiðslutól okkara eru so at siga øll teldustýrd. Nýggjur framleiðslubygningur verður, eftir ætlan, bygdur í næstum.

Faktorvegur 23
Postsmoga 85
FO-710 Klaksvík
Føroyar
Tel. +298 45 81 00

looknorth@looknorth.fo
www.looknorth.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið