Bakkafrost
Útgivið
25. april 2025
Útgongur
18. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt nýtt og spennandi starv á smoltstøðini í Skálavík er leyst at søkja.

Bakkafrost byggir smoltstøð í Skálavík, sum væntandi verður klár at framleiða í seinnu helvt av 2026. Tá arbeiðið er liðugt, verður smoltstøðin 28.600 rúmmetrar og væntast at hava eina árliga framleiðslu á 6,5 milliónir smolt.

Um starvið
Ímeðan smoltstøðin er í gerð, fer maskinmeistarin at hava eftirlit við byggingini.

Tá smoltstøðin verður tikin í brúk, verður uppgávan at tryggja rakstur av tekniskari útgerð. Hetta er ein týðandi liður í at tryggja djóravælferðina hjá fiskinum, soleiðis at vit kunnu ala fyrstafloks laksasmolt.

Arbeiðið inniber m.a. hesar uppgávur:

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiða við Luft-, Oxygen- og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tá smoltstøðin verður tikin í brúk, fer eitt tekniskt toymi at arbeiða í vaktarskipan, sum inniber, at maskinfólkini hava tilkallivakt eina viku um mánaðin og síðan eina fríviku. Tí er ynskiligt at maskinmeistarin kann koma á smoltstøðina innanfyri 30 minuttir, tá viðkomandi hevur vakt.

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin:

  • er útbúgvin maskinmeistari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • hevur koyrikort til persónbil
  • hevur royndir innan vanligt maskinarbeiði, so sum eftirlit, viðlíkahald og umvæling
  • er ágrýtin og trívist við at hava sjálvstøðuga ábyrgd

Meir at vita
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Kallsberg, formann, á tel. 235737 ella við t-posti til boka@bakkafrost.com

Hug at søkja?
Um tú hevur áhuga í at vera partur av einum arbeiði, sum skapar virði fyri bæði felagið og samfelagið, so send okkum tína umsókn við at trýsta her.

Umsóknarfreistin er tann 18. mai 2025.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Bakkafrost hevur lívfiskastøðir í Skopun, við Áir og á Húsum. Á lívfiskastøðunum menna og kynsbøta vit føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar. Á smoltstøðunum framleiða vit laksasmolt frá rogni til fiskurin er klárur at koyra út á sjógv. Smoltstøðirnar eru á Viðareiði, Norðtoftum, Glyvradali og við Strond og Gjógv. Smoltstøðin í Skálavík er sætta smoltstøðin hjá Bakkafrost í Føroyum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.570 starvsfólk (ársverk).

Líknandi størv

Elektrikaralærlingur til Smyril   Faroe Islands nýtt
25. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið