Útgivið
22. april 2022
Útgongur
12. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Maskinmeistari til starv innan eltrygd og maskintrygd á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sóknast eftir einum ágrýtnum maskinmeistara til starv sum eftirlitsfólk innan fakøkini eltrygd og maskintrygd.

Um starvið
Sum eftirlitsfólk á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum gert tú bæði eftirlit við tínum ábyrgdarøki, umframt at tú ert partur av innanhýsis serfrøðini og málsavgreiðsluni á stovninum.

Talan er um eitt starv, har tú fært ein týðandi leiklut í at byggja upp førleikarnar hjá stovninum á eltrygdarøkinum, umframt at styrkja eftirlitið við maskintrygd.

Við starvinum fært tú møguleika fyri at menna teg fakliga og samstundis geva títt íkast til at betra um trygdina í føroyska samfelagnum.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • at hava eftirlit við eltrygd, sambært løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (eltrygdarlógini)
  • at hava eftirlit við løggildingum, sambært løgtingslóg um løggilding av elinnleggingarfyritøkum, undir hesum at taka lut í løggildingartilgongdini og góðkenning/eftirliti við góðskuleiðsluskipanini hjá elinnleggjarafyritøkum 
  • at luttaka í eftirlitsarbeiðinum við maskintrygd
  • at luttaka í arbeiðinum at menna lóggávu og vegleiðingar á omanfyri nevndu økjum 
  • málsviðgerð á stovninum
  • at avgreiða og luttaka í øðrum neyðugum uppgávum á stovninum

Útbúgving, førleikakrøv og persónligir eginleikar
Tú skalt hava útbúgving sum maskinmeistari. Nýútbúgvin og lesandi, sum væntast at blíva liðug at lesa í summar, eru eisini vælkomin at søkja.  

Í starvinum er neyðugt at tú:

  • ert væl fyri fakliga og hevur ágrýtni til at seta teg inn í lóggávu, standardir og onnur fakøkir á stovninum
  • dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og kanst gera teg skilliga/-n á norðurlendskum og enskum máli
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • dugir at arbeiða miðvíst
  • ert røkin
  • dugir at nýta vanliga KT
  • hevur koyrikort til persónbil
  • Vit vænta harumframt, at tú hevur eitt jaligt lyndi og kann gerast ein stuðlandi starvsfelagi hjá hinum starvsfólkunum á stovninum. Vit leggja stóran dent á, at tú sjálv/-ur viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi á stovninum.

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fast starv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelag Føroya. Starvið er flokkað í lønarflokki 12 fyri maskinmeistarar settir á landi.

Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn@arb.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin hin. 12. mai 2022. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 20.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40 ella við telduposti á lp@arb.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið