Lýsing
SEV sóknast maskinmeistara til fulltíðarstarv á Sundsverkinum
Uppgávur
Arbeiðið á Sundsverkinum er at hava um hendi, dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum.
Vanligu arbeiðstíðir tínar vera frá kl 8 – 16 mánadag til fríggjadag, men væntast kann eisini vaktararbeiði.
Sundsverkið
Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er oljurikið elverk við samlaðum framleiðslumátti á 82 MW. Tíggju dieselmotorar og hjálparskipanir eru:
- 2 x B&W Diesel 12L55GSCA 12,4 MW 1984/1989
- 2 x MAK 9M43 8 MW 2001/2004
- 2 x MTU 20V4000G63L 2,4 MW
- 4 x MAN 51/60 9,2 MW 2019
Brennievnið er tungolja RMG 380, og verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan av slagnum ABB 800 xA. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.
Í 2018 varð nýtt dagtangahús tikið í nýtslu, har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram.
Í 2019 er ein umfatandi víðkan av Sundsverkinum framd. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar - MAN 51/60 9,2 MW, roykreinsan og alskyns nútímans útgerð verða tikin í nýtslu.
Tú
Vit vænta, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.
Kann verða fyrimunur um tú hevur hollan eltekniskan førleika. Eisini kann tað vera ein fyrimunur at hava royndir við elveiting og arbeiðið á oljuriknum elverki.
Løn Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið, lønarflokkur 12. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn, kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
SEV
Vit bjóða tær:
- Gott arbeiðsumhvørvi
- Møguleikan at gagnnýta alla útbúgving tína
- Væl skipaði viðurskifti
- Smidligar arbeiðsumstøður
- Fjøltáttaðan arbeiðsdag
Málið er, at øll orka á landi er 100% grøn í 2030. Í nøkur ár áfturat er tó tørvur á munandi elframleiðslu á Sundsverkinum, men um fá ár fer framleiðslan á Sundsverkinum at minka munandi. Vit eru ivaleys um, at rúm kortini verður fyri dugnaligu maskinmeistarum okkara eisini eftir hetta.
Verandi og komandi arbeiðsuppgávur hjá SEV verða eisini framyvir nógvar og meiningsfullar. Talan er um eitt stórt arbeiðspláss, har fólk javnan velja at nema sær nýggja vitan og førleikar frá einari uppgávu til aðra ella frá einari deild til aðra.