LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
30. november 2022
Útgongur
13. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tekniska deild á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum maskinmeistara, sum eisini er varaleiðari og tekur lut í dagligu leiðsluni á deildini.

Sum varaleiðari fert tú at vera virkin partur av arbeiðsøkinum á deildini, og vísir til tekniska leiðaran.

Menningin innan tekniska økið á Landssjúkrahúsinum er seinastu árini ment nógv, so talan er um eitt áhugavert og fjølbroytt starv. Vilt tú tryggja, viðlíkahalda og hava ábyrgdina av tekniskari útgerð, somuleiðis sum tú hevur fakligan førleika og áhuga fyri økinum, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

Um starvið
Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og hava viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum.

Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, M-DOC og KNX.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At hava samband við uttanhýsis veitarar, og hava eftirlit við avtalum við veitarar
  • At góðskutryggja maskinur og útgerð
  • At viðlíkahalda og umvæla maskinur og útgerð
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Starvið er fulltíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur tú tilkallivakt í eina viku, umleið 6. hvørja viku.

Starvið er til setan 1. februar 2023 ella eftir avtalu.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið