Útgivið
5. maj 2022
Útgongur
22. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Maskinmeistari til Teknisku deild

Maskinmeistari til Teknisku deild

Tekniska deild Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum maskinmeistara til Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum. Talan er um eitt spennandi starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum. Starvið er fulltíðarstarv og er til setan 01.06.2022 ella eftir avtalu.

Um starvið
Vaskaríið er deild í Tænastudeplinum, og er seinastu árini høvuðsumvælt, so vit í dag hava nýggjastu tøknina á marknaðinum. Undir vanligum umstøðum verða umleið 4.000 kg. vaskaði um dagin, og verður vaskað fyri Landssjúkrahúsið, men eisini fyri aðrar stovnar og virkir. Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS,  M-DOC og KNX.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At røkja og viðlíkahalda allan tann tekniska útbúnaðin og innleggingar á Vaskarínum
  • Ábyrgd og viðlíkahald av dampskipanini, herundir dampgeneratorunum
  • At vera við til at seta mál og eftirmeta tey
  • At innføra viðlíkahaldsskipan av vaskaríútbúnaðinum

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum maskinmeistari
  • Kunnleika innan fjøltáttaðar stýringar
  • Góðan telduførleika
  • Royndir innan vaskarí ella líknandi, kann vera ein fyrimunur

Vit vænta at tú

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera

Vit bjóða

  • Neyðugar eftirútbúgvingar
  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Ein fakligan mennandi gerandisdag, í einum fjølbroyttum og vinarligum arbeiðsumhvørvi

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til  Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 234539, teldupost saebni@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 22.05.2022.

Vinaliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkjuni "Um okkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið