Almannaverkið
Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt fast starv 39 tímar um vikuna at seta 1. apríl 2026. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Starvsstaðurin er í Havn, men uppgávur eru eisini kring landið.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið á verkstaðnum er fjølbroytt og fevnir m.a. um at tillaga og viðlíkahalda hjálpartól, finna tvørfakligar loysnir saman við terapeutum og veita viðskiftafólkum eina góða tænastu, so gerandisdagurin kann kennast lættari. Hjálpartólini eru endurnýtslutól, og tí eru viðlíkahald, umvæling og nágreinilig stilling ein týðandi partur av arbeiðinum.