Havsbrún
Útgivið
27. oktober 2023
Útgongur
20. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vegna økt virksemi søkja vit eftir maskinsmiði til smiðjutoymið á Havsbrún at byrja skjótast gjørligt.

Sum smiður hjá Havsbrún fært tú eitt spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum treytum.

Arbeiðsøki
Tað eru 8 mans á smiðjutoyminum á Havsbrún, og tú kemur at verða ein partur av hesum. Smiðjutoymið tekur sær av viðlíkahald og umvælingum av framleiðslukervinum á Havsbrún, umframt í ávísan mun nýgerð og broytingum av framleiðslukervinum.

Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi tekniska útbúgving
  • hevur góð samstarvsevnir
  • hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar
  • ert arbeiðsamur/-som

Vit bjóða

  • eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • góðar starvsfólkatryggingar
  • eina góða kantinu, har møguleiki er at vera við í eini matarskipan

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Torleif Justinussen, smiðjumeistara, á tlf. 21 36 31.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 20. novembur 2023.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta her.

Um Havsbrún
Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum. Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið