Havsbrún
Útgivið
26. juni 2024
Útgongur
13. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vegna økt virksemi søkja vit eftir maskinsmiði til smiðjutoymið á Havsbrún at byrja skjótast gjørligt.
Sum smiður hjá Havsbrún fært tú eitt spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum treytum.

Arbeiðsøki
Tað eru 8 mans á smiðjutoyminum á Havsbrún, og tú kemur at verða ein partur av hesum. Smiðjutoymið tekur sær av viðlíkahald og umvælingum av framleiðslukervinum á Havsbrún, umframt í ávísan mun nýgerð og broytingum av framleiðslukervinum.

Vit vænta, at tú

- hevur viðkomandi tekniska útbúgving
- hevur góð samstarvsevnir
- hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar
- ert arbeiðsamur/-som

Vit bjóða

- eitt gott arbeiðsumhvørvi
- góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
- góðar starvsfólkatryggingar
- eina góða kantinu, har møguleiki er at vera við í eini matarskipan

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Torleif Justinussen, smiðjumeistara, á tlf. 21 36 31.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 13. juli 2024.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk starvið” niðanfyri.

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið