HAVSBRÚN
Útgivið
30. november 2022
Útgongur
14. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir maskinsmiði til smiðjutoymið á Havsbrún at byrja sum skjótast.

Sum smiður hjá Havsbrún fært tú eitt spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi.

Arbeiðsøki
Tað eru 8 mans á smiðjutoyminum á Havsbrún, og tú kemur at vera ein partur av hesum. Smiðjutoymið tekur sær av viðlíkahald og umvælingum av framleiðslukervinum á Havsbrún, umframt í ávísan mun nýgerð og broytingum av framleiðslukervinum.

Tín vangamynd
Vit søkja eftir maskinsmiði við viðkomandi tekniskari útbúgving.

Sum persónur hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar og góð samstarvsevni. Vit leggja stóran dent á gott samstarv, tí í gerandisdegnum kemur tú at samstarva við starvsfólk í ymiskum deildum.

Vit bjóða
Sum starvsfólk hjá Havsbrún fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu millum annað bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Torleif Justinussen, smiðjumeistara, á tlf. 21 36 31.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 14. Decembur 2022.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk starvið” niðanfyri.

Um Havsbrún
Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum. Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið