SEV
Útgivið
16. september 2025
Útgongur
29. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at tryggja øllum í Føroyum støðugan streym við haldgóðum rakstri og viðlíkahaldi á Føroya størsta elverki?
Vit sóknast eftir maskinsmiði til Sundsverkið.

Sundsverkið
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og framleiðir umleið helvtina av elorkuni á landi. Tilsamans 40 fryntlig og dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW. Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.

Starvið
Sum maskinsmiður á Sundsverkinum ert tú partur av einum viðlíkahaldstoymi við maskinsmiðum, maskinmeistarum og maskinlærlingum.

Viðlíkahald og umvælingar verða í stóran mun gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum, og arbeiðsdagarnir, eins væl og uppgávurnar, eru fjølbroyttar. Tí er umráðandi, at tú trívist við hesum.

Stundum er talan um uppgávur, tú sjálv/ur kann loysa, aðrar tíðir er neyðugt at lyfta í felag. Tú mást vera fús/-ur at veita eina hjálpandi hond, har tað tørvar.
Arbeiðstíðirnar eru kl. 08.00 – 16.00 mánadag til fríggjadag. Av og á kann yvirtíð væntast.

  • Tú ert útbúgvin maskinsmiður, og tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur sveisiroyndir.
  • Vit leggja dent á, at tú ert fyrikomandi, nærløgd/-lagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • Tú gevur títt íkast til, at lærlingar okkara fáa eina góða lærutíð við hollari vitan og førleikum.
  • Økið er stórt, og arbeiðið við maskinunum er stundum krevjandi, tí er neyðugt, at tú er kropsliga væl fyri.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðuskifti
Starvsstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran. Setanarøkið fevnir um framleiðslupartin hjá Sev, sum liggur undir deildarstjóranum fyri framleiðsluna. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Handverkarafeløgini.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, virkandi verkmeistara á Sundsverkinum, á telefon 286914. Umsóknarfreistin er 29. september 2025. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Maskinsmiður Sundsverkið.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið