Strandfaraskip Landsins
Útgivið
1. juli 2022
Útgongur
14. juli 2022
Staður
Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
pan@ssl.fo

Lýsing

Strandfaraskip Landsins sóknast eftir einum maskinstjóra, einum 1. meistara og tveimum dekkarum til Herjólf III

Herjólfur III

Ein spaseritúr oman á keiina fyrrapart og heima aftur seint seinnapart, hevur tað tín áhuga?

Herjólfur liggur í Havn hvørja nátt, og siglir ein dupulttúr á Tvøroyri um dagin.

Ferðaætlanin hjá Herjólf er sett soleiðis saman, at tú ert til arbeiðis týsdag til og við fríggjardag. Við støði í ferðaætlanini verður tín arbeiðsvika 45,5 tímar, svarandi til fullan brøk. Sostatt hevur tú frí hvørt vikuskiftið og hvønn mánadag. Eisini er møguleiki at búgva umborð, um tú ynskir tað.

Er hetta júst nakað fyri teg, so les nærri!

 

Maskinmeistarar og dekkari til Herjólfur III

Strandfaraskip Landsins hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkstoymi?

Vit royna aftur, har lýst verður eftir einum maskinstjóra, einum 1. meistara og tveimum fulltiknum dekkarum til Strandfaraskip Landsins at byrja í starvi skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað starv umborð á Herjólfi III fram til septembur 2023.

Endamálið við skipinum er at føra farm, umframt at loysa Smyril av, tá hann er í dokk.

Dagliga farleiðin hjá Herjólfi III er Tórshavn - Tvøroyri. Ferðaætlanin hjá Herjólfi er, at hann siglir av Havnini ávikavist millum kl. 9:30-10:00 og norður aftur av Tvøroyri ávikavist millum kl. 16:00-18:30.

Tínar høvuðsuppgávur sum maskinmeistari eru, at:

  • Hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv, og harundir hava ábyrgd av, at ferðafólk og manning kenna seg tryggan umborð
  • Veita skipsleiðsluni ein skilagóðan dagligan rakstur
  • Hava ábyrgdina fyri maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð
  • Fremja viðlíkahald, og leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á maskinarínum
  • Seta upp mannagongdir fyri viðlíkahald
  • Tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar
  • Gera annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

Førleikakrøv:

Maskinstjóri og 1. meistari:

  • STCW-áteknað vinnubræv sum skipsmaskinmeistari
  • Heilsuváttan (Bláa bók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Lønar- og setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Maskinstjórin er løntur eftir lønarflokki 7A, har byrjunarlønin er 43.713,56 kr., og endalønin er 46.560,28 kr.. Afturat er ein vakttelefon knýtt at starvinum við vaktargjaldi. 1. meistarin er løntur í 6. lønarflokki, har byrjunarlønin er 38.712,35 kr., og endalønin er 41.573,21 kr..

Tá Herjólfur III avloysir Smyril sum ferðfólkaskip á Suðuroyarleiðini, hava maskinmeistarir somu flokkingar sum á Smyrli.

 

Dekkarar:

  • Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Lønar- og setanarviðurskifti

Dekkarastørvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og verða lønt eftir 6. lønarflokki + 1 stig.

Vit rokna við, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert kunda­vinalig/ur og røkin

Umsóknarfreist er hósdagin 14. juli 2022 á miðnátt.

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Páll Hera Nolsøe, manningarsamskipara, á tlf. 293024, ella við telduposti til pan@ssl.fo

SØK STARVIÐ

 

 

_________________________________________________________________________________________

Um Strandfaraskip Landsins:

Strandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Stovnurin er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir.
Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2021 var umleið 1050.000 ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 400.000 brúktu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 170 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið