P/F SMYRIL-LINE
Útgivið
25. december 2022
Útgongur
5. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line søkir eftir avloysara til farmaskipið Hvítanes at byrja skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað í 3 mánaðir við møguleika fyri leingjan.

Les meira um Hvítanes her

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum persóni við stórari fakligari vitan, ið dugir væl við fólki. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá farmaskipi.

Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv uttan avmarkingar:

  • Reg III/3 as Chief Engineer

Starvið
Umborð á Eystnes er ein maskinstjóri, sum leiðir dagliga arbeiðið. Harafturat telur maskinmanningin ein 1. meistara. Maskindeildin hevur millum aðrar hesar uppgávur:

  • Tryggja motordriftina og viðlíkahald
  • Standa fyri innkeypi
  • Leggja arbeiðsætlan
  • Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.

Starvssetan og umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda eina umsókn til starv@smyrilline.fo. Viðmerk “Maskinstjóri Hvítanes” í evnisteigin.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, rakstrarstjóra, á tel. 345958, ella við Ritu Heradóttir, HR umsitara, á tel. 235952 ella rita.h@smyrilline.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið