MEST
Útgivið
5. juni 2024
Útgongur
21. juni 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Maskinverkfrøðingur til MEST

Á skipasmiðjuni hjá MEST arbeiða vit av kraft og hava nú brúk fyri einum maskinverkfrøðingi, sum vil dríva á saman við okkum.

Vit hava brúk fyri tær, sum kann:

  • tekna í 2D og 3D,
  • gera uppmátingar og útrokningar,
  • standa fyri og avgreiða tilboðsarbeiði.

Tað er ábyrgd tín at tryggja, at alt arbeiði verður gjørt sambært galdandi reglum.

Um teg
Tú dugir tíni ting og hevur bæði hug og hegni at brúka tínar gávur. Tað sigst eisini, at tú:

  • ert álítandi og fyrikomandi,
  • sært týdningin í góðsku og nærlagni,
  • kanst arbeiða undir trýsti og við fleiri tingum í senn.

Kunnleiki til skip, skipsbúnað og maskinur er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Umsóknarfreistin er 21. juni 2024

Starvsstaðurin kann verða í Havn, á Skála ella í Runavík, og verður starvið sett sum skjótast.

Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Sunvard á telefon 791230 ella á sj@mest.fo.

 

Vit eru MEST
Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið