P/F Dvøljan
Útgivið
30. maj 2024
Útgongur
16. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til væl vitjaðu matstovuna í Tórshavn leita vit eftir einum ábyrgdarfullum matstovuleiðara. Vit leita eftir viðkomandi, ið hevur áhuga í at leiða, ganga undan og vera ein fyrimynd í menningini av heildarupplivingini í Angus í Tórshavn.

Matstovuleiðarin hevur ábyrgdina av:

  • Dagliga rakstrinum og tænastuni í matstovuni
  • Starvsfólkunum í matstovuni Herundir at seta fólk, gera vaktarætlan og at læra og menna tey.
  • At bíleggja vørur í samráð við køksleiðaran
  • At ganga á odda fyri góðari kundatænastu

Av tær vænta vit, at:

  • Tú dugur at hava yvirlit og at arbeiða skipa
  • Tú hevur royndir innan matstovuyrki
  • Tú er smílandi og tænastusinnað/ur
  • Tú hevur góð samstarvsevni

Talan er um fulltíðarstarv.

Av tí, at tú hevur ábyrgdina av matstovuni um kvøldið og í vikuskiftinum eisini, kanst tú vænta skiftandi arbeiðstíðir.

Løn er sambært avtalu.

Freistin at søkja er 16. juni 2024 á midnátt, og verður starvið sett eftir avtalu.

Eru spurningar til starvið kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir, rakstrarleiðara, á telefon 233425. Tú søkir starvið her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2310

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið