Lýsing
Á Stórbilum er nógv at takast við, og okkum tørvar ein dugnaligan starvsfelaga, sum kann hjálpa okkum at hjálpa kundum okkara.
Okkum tørvar ein, sum er stinnur við maskinum, og sum dugir sítt kramm. Tú skal hava skil fyri motorum og/ella hydraulikki, og so skalt tú vera røsk/raskur eisini. Hartil er tað ein fyrimunur, at tú ert eitt fitt og gott fólk, sum væl dámar at hava tað rokaligt og stuttligt til arbeiðis.
Á Stórbilum bjóða vit eitt starvspláss, har karmarnir eru tip- topp. Vit hava góðar skiftiumstøður til kvinnur og menn, so tú ikki fert skitin til hús. Vit hava góða kantinu, har vit hava hugnaligar kaffi- og matarsteðgir saman, og okkara stóra verkstaðshøll er heit og fjálg.
Huglagið á Stórbilum er lætt og óhátíðarligt, og vit fara langt fyri at veita bestu tænastu til kundar okkara.
Og so hugsar tú um lønina, ikki so? Jú, sært tú, kappingarfør løn verður veitt eftir avtalu, grundað á royndir og dugnaskap.
Vilt tú vita meira um starvið, ring so til Páll Róa, stjóra, á 78 28 03 – hann er fúsur at greiða frá.
Starvið verður sett so skjótt vit hava funnið teg.
Og so er bara eftir at senda umsóknina til Páll Róa (sama sum omanfyri) á prp@storbilar.fo.