SP/F Berg Motors
Útgivið
24. marts 2026
Útgongur
6. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vegna økt virksemi, sóknast vit eftir einum eldhugaðum bilmekanikara (sveini) at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða eitt spennandi og óformelt arbeiðspláss, við nógvum ymiskum avbjóðingum – og møguleikum.

Hjá Berg Motors er trivnaðurin í hásæti, har vit øll koma hvørjum øðrum við.

Sum bilmekanikari á okkara mekaniska verkstaðið, fært tú sera dugnaligar og hjálpsamar starvsfelagar, sum gera sítt til, at lyfta arbeiðsdagin í felag.

Vit vilja altíð veita bestu tænastu, og leggja tí dent á at bjóða áhaldandi førleikamenning.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva. Somuleiðis er tað umráðandi, at tú ert ábyrgdarfull/ur og røkin, og til reiðar at taka eitt eyka tak tá á stendur.

Um tú ynskir at hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dávid Rasmussen, verkførari, á tlf. 350110 ella við teldupost til dr@bergmotors.fo

Løn sambært avtalu.

Starvið verður sett so skjótt vit finna tann rætta til okkara hóp.

Er hetta tú, so skunda tær og send okkum eina stuttorðaða umsókn, CV og viðkomandi skjøl á starv@bergmotors.fo – viðmerkt: Bilmekanikari

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið