P/F ArtiCon
Útgivið
10. maj 2023
Útgongur
24. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum mekanikara til verkstað okkara á Hjalla

Á verkstaðnum eru nógvar spennandi og fjølbroyttar uppgávur at loysa. Virksemið á verkstaðnum umfatar fylgjandi:

  • Stálverkstaður við bæði smærri eins og størri uppgávum
  • Mekaniskur verkstaður, ið tekur sær av viðlíkahaldi og bráðfeingisumvælingum á serliga entreprenør maskinur, arbeiðslyftir v.m.
  • Lastbilaverkstaður
  • Persónbilaverkstaður
  • Eisini hava vit vælútgjørdar rullandi eindir, ið koyra runt í landinum at viðlíkahalda og umvæla bráðfeingisbrek á staðnum


Arbeiðsøki

  • Umvæling og viðlíkahald av alskyns tólum og maskinum
  • Aðrar møguligar viðkomandi uppgávur


Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir
  • ert arbeiðssamur/-som
  • ert røkin og nærlagdur/-løgd
  • ert álítandi
  • hevur góð samstarvsevnir

Tað er umráðandi, at tú er ábyrgdarfullur, hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt. Tú hevur útbúgving og/ella royndir sum mekanikari. Vit vænta, at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar avbjóðingar.


Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð
  • Eina spennandi yrkisleið
  • Persónliga og fakliga førleikamenning


Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum. Vit hava skipaði viðurskifti og eitt gott arbeiðsumhvørvi. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð at loysa uppgávurnar.


Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.


Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, er tú vælkomin venda tær til Bárð Árnason, leiðara, á tlf. 216102.


Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mai 2023. Tú søkir starvið her.


ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið