Formula
Útgivið
23. juli 2024
Útgongur
1. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á Formula uppliva vit støðugt øktan eftirspurning eftir tænastum. Í hesum sambandi hava vit tørv á Business Central mennarum, ið saman við okkum koma at byggja loysnir, sum veruliga gera mun.

Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við mennarum, sniðgevum, ráðgevum og verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best. Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar.

Saman við menningartoyminum kemur tú at menna loysnir frá grundini, at menna integratiónir við aðrar skipanir umframt at gera smærri tillagingar. Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir við menning í Business Central/Dynamics NAV, ella at tú hevur tilsvarandi royndir. At tú hevur eina viðkomandi útbúgving og hevur grundleggjandi vitan um bókhald og fíggjarstýring er ein fyrimunur, men tað er ikki ein treyt. Ert tú nýútbúgvin, et tú eisini vælkomin at søkja, tí vit veita tær neyðuga upplæring, so tú skjótt kemur í gongd.

Tøknin broytist støðugt, og er tað tí týdningarmikið, at tú áhaldandi ert sinnað/ur at førleikamenna teg, so tú eisini ert væl brynjaður til avbjóðingarnar, framtíðin hevur at bjóða. Tí ímynda vit okkum, at tú ert tøkniliga forvitin, málsøkin og ágrýtin. Harumframt er tað umráðandi, at tú ert nærlagdur og leggur herðslu á, at arbeiðið verður væl úr hondum greitt.

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og dugir at samskifta við tínar starvsfelagar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum (kompleksum) uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti til heildina.

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Tú fært møguleikan fyri at keypa partabrøv í Formula, eftir at tú hevur starvast í eina tíð, so hvørt partabrøv eru tøk. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 1. september 2024. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Gert Joensen, deildarleiðara, á telefon 244098.

Stutt um Formula

Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið