Visit Faroe Islands
Útgivið
14. oktober 2021
Útgongur
26. november 2021
Staður
FO-110 Tórshavn, Faroe Islands, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Visit Faroe Islands leitar eftir einum framsøknum og kreativum barsilsavloysara til starvið sum samskipari á menningardeildini.

Sum samskipari kemur tú at vera við til at menna ætlanir, seta tær í verk og sum heild hava eitt tætt samstarv við nógvar áhugapartar. Tí er tað av stórum týdningi, at rætti persónurin er loysningssinnaður, kreativur og hevur góð samstarvsevnir. Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan ferðavinnu.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Brennur fyri at menna ferðavinnuna víðari
  • Er framsøkin, málrættað/ur og hevur tænastulyndi
  • Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð
  • Hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
  • Hevur viðkomandi útbúgving, helst innan ferðavinnu

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv
  • Eitt starv á høgum fakligum støði, ið tú sjálv/ur verður við til at skapa
  • Eitt hugnaligt arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini
  • At verða partur av einum lítlum toymi, sum saman við samstarvspørtum myndar altjóða marknaðarføringina av
  • Føroyum, eins og innlendismenning av Føroyum sum ferðafólkaland

Løn og setanartreytir
Starv sum barsilsavloysari í uml. 1 ár, har tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála.

Umsókn
Umsóknin skal sendast til info@visitfaroeislands.com ella til: Visit Faroe Islands, Gongin 9, 100 Tórshavn.

SØK STARVIÐ

 

 

Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 26. oktober 2021.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og starvið verður sett skjótast til ber.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta meira um starvið við at seta seg í samband við Jóhan Paula Helgason, leiðara á menningardeildini, á tel 55 61 31 ella við teldubrævi til johanp@visitfaroeislands.com.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið