MEST
Útgivið
13. september 2023
Útgongur
2. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

ARBEIÐSØKI
Vegna vaksandi arbeiðsuppgávur, ynskja vit at víðka um okkara toymið innan plastvinnuna. Uppgávur eru m.a. umborð á skipum, á smoltstøðum og kommunalum vatnveitingum. Tað hevur týdning fyri okkum, at veita viðskiftafólki okkara við bestu tænastu, og tí søkja vit eftir tær.

TÍN VANGAMYND
 Tú hevur hóskandi handverksútbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og prógv innan plast sveising, men hetta er tó ikki krav. Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga í at arbeiða og læra.

Eisini vænta vit, at tú:

  • Ertsjálvstøðug/ur, málrættað/ur, og vil skapa úrsit
  • Attú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Dugirvæl við fólki og ert fyrikomandi til eina og hvørja tíð
  • Dugirvæl at samstarva og arbeiða í toymi
  • Hevuráhuga fyri at veita viðskiftafólki eina góða tænastu

LØN OG SETANARTREYTIR
Løn- og setanartrytir eru sambært avtalu. Arbeiðsstaður er út frá Runavík ella Tórshavn. Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður sett tá rætti persnurin er funnin eftir setanartilgongdina.

MEIRA AT VITA
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Asbjørn Birch, formann á Plastdeildini, á acwb@mest.foella á telefon 79 12 78.

UMSÓKN
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 02. oktobur 2023.

UM MEST
MEST er størsta skipasmiðjusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dótturfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu.

Fyritøkan fevnir um umleið 450 starvsfólk og kundaskarin fevnir um føroyskar kundar og kundar úr millum annað Skotlandi, Íslandi og Grønlandi.

Leinkja til at søkja

Líknandi størv

Forfólk til maskindeildina á Skála   Faroe Islands nýtt
9. maj 2025
Uppvaskari til Hilton Garden Inn   Faroe Islands nýtt
9. maj 2025
9. maj 2025
Námslektari í stórdátum   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið