Lýsing
Á MEST er nógv virksemi á sjónum, og hava vit tí brúk fyri einum skipara til okkara Sleiparatænastu. Talan er um eitt fjølbroytt og ábyrgdarfullt starv, har trygd, fakligheit og samstarv eru í hásæti.
Um starvið
Sum skipari í Sleiparatænastuni hjá MEST verður tú partur av einum dugnaligum toymi, ið veitir sleip og maritimar tænastur. Arbeitt verður á sleipibátunum Samson, Pressarin, Skúmarin og Pískarin. Starvið fevnir m.a. um:
- Sleip, loðstænastur og aðrar maritimar uppgávur
- viðlíkahald av bátum og útgerð, umframt arbeiði í samband við klassa og skipaeftirlit
- Inn- og útdokking eins og uppháling og sjóseting av skipum á beding
Arbeitt verður í eini 1/1 vaktarskipan, har ein er til arbeiðis í eina viku og hevur frí í eina viku.
Um teg
Tú hevur viðkomandi royndir innan sigling. Eisini arbeiðir tú ábyrgdarfullt og skipað, hevur góð samstarvsevni og ert fleksibul við skiftandi arbeiðstíðum.
Vit vænta at tú hevur:
- galdandi skiparaprógv STCW II/3
- góðkenda heilsuváttan
- grundskeið í trygd á sjónum
- skeið í nýtslu av bjargingarbátum
- viðkað brandskeið
Vit bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi
- Góðar arbeiðsumstøður og dugnaligar starvsfelagar
- Løn sambært galdandi sáttmála
Meira at vita
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mouritz Mohr, Stjóra, á telefon 79 11 30 ella á t-post mm@mest.fo.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og viðkomandi upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 26.apríl 2026. Tú søkir starvið á www.mest.fo/starv
Vit eru MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum í Havn, í Runavík og á Skála.