MEST
Útgivið
24. november 2022
Útgongur
4. december 2022
Staður
Faroe Islands
Vitjandi
27

Lýsing

Vit sóknast eftir einum røskum og eldhugaðum persóni, sum, í tøttum samstarvi við onnur í felagnum, kemur at eyðmerkja økir, har MEST kann menna og fremja týðandi loysnir á burðardyggu grønu kósini.

Um starvið
Talan er um eitt nýtt spennandi starv, har tú hevur stóra ávirkan á tín arbeiðsdag. Tú kemur at hava ábyrgd og at arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanum, har málið verður at leiða MEST fram á leið á burðardyggu grønu kósini.

Arbeiðsuppgávurnar verða millum annað hesar:

  • At savna, greina og skipa hagtøl innan burðardygd
  • At leggja fram úrslit og at gera kunningartilfar grundað á hagtøl innan burardygd
  • At seta í verk týðandi átøk innan orku og umhvørvi á MEST

Um teg
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir, har tínir førleikar millum annað eru at tú:

  • ert fakliga væl fyri í mun til at menna og hevur hug at arbeiða við økjum innan orku og umhvørvi
  • dugir væl at fáa hugskot og seta tey í verk á ein nýskapandi hátt
  • hevur góð evni til at seta teg inn í nýggj viðurskiftir og altjóða rák innan títt fakøki
  • dugir væl at skipa og leggja arbeiðið til rættis og at halda freistir
  • ert sjálvstøðug/ur, men dugir væl at samstarva og at arbeiða í toymi
  • hevur ein jaligan hugburð og ert álítandi

Um tær vantar onkrar royndir, men tú harafturímóti hevur eina stóra motivatión at menna teg innan hetta arbeiðsøkið, heita vit eisini á teg um at søkja starvið.

Løn og setanarviðurskifti
MEST bjóðar eitt áhugavert starv í einum felag í støðugari menning, og sum hevur stóran samfelagsligan týdning í Føroyum. Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er staðsett innan økið Heilsu, Trygd og Umhvørvi (HTU). Starvsstaðið verður á einum av okkara trimum staðsetingum í Tórshavn, Runavík ella á Skála.

Umsókn
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mouritz Mohr, stjóra, á tel. +298 79 11 30.

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 04 januar 2023 og skal latast inn umvegis hesa leinkjuna:

https://starv.mest.fo/Vacancy/Index/42

Líknandi størv

Sjúkrarøktarfrøðingur til B7   Faroe Islands nýtt
2. december 2022
Trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu   Faroe Islands nýtt
2. december 2022
2. december 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið