Eysturkommuna
Útgivið
10. juli 2024
Útgongur
12. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eysturkommuna søkir eftir einum miðla – og samskiftisfólki fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi at byrja 1. september 2024.

Talan er um starv á 20 tímar um vikuna, og sum er tíðaravmarkað fram til 31. august 2025.

Uppgávurnar eru m.a. at

  • røkja heimasíðuna og sosialar miðlar hjá kommununi
  • miðla tíðindi og lýsingar hjá kommununi
  • miðla tíðindastubbar um tiltøk í kommununi
  • miðla og skriva um mentanarvirksemi innan tónleik, ítrótt, átrúnað, list o.a.
  • annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar:
Tað er ikki eitt krav til ávísa útbúgving, men ein fyrimunur er, at viðkomandi hevur førleikar at arbeiða við heimasíðum, hevur gott hugflog, er uppsøkjandi og dugir at orða seg í skrift.

Viðkomandi má eisini tola, at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Star  vsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 12. august 2024.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ove Heinesen, starvsfólkaleiðara á telefon 73 00 12.

 

Líknandi størv

Trygdarleiðari til Vága Floghavn   Faroe Islands nýtt
27. juni 2025
26. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið