Lýsing
Søkt verður eftir einum lærlingi til útbúgvingina miðlagrafikari (mediegrafiker). Útbúgvingin fevnir um alla grafiska miðlaframleiðslu á teimum pallum, Kringvarpið virkar á, umframt aðrar grafiskar uppgávur, sum eru tengdar at stovninum, millum annað framleiðslu av tilfari til prent. Útbúgvingin tekur 3 ár og 11 mánaðir, har ein partur er skúlagongd í Danmark.
KRØV
Tú skalt helst hava miðnámsútbúgving, HH, HF ella studentsprógv. Tú skalt hava vanliga litsjón, vera fleksibul og kunna arbeiða skiftandi tíðir.
VIT LEGGJA DENT Á, AT TÚ HEVUR
- gott grafiskt eyga
- skil og royndir við teldum og talgildum miðlum
- góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti
- hevur gott eyga fyri samskifti
VIT BJÓÐA
Eitt avbjóðandi og spennandi lærupláss í einum kreativum og skiftandi umhvørvi.
SETANARVIÐURSKIFTI
Lærutíðin byrjar skjótast til ber við fyrivarni fyri samskipan við skúla. Lønin í lærutíðini verður goldin sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Royndartíðin er seks mánaðir.
UMSÓKNIR
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og møguligari verkætlan* skal sendast til
umsokn@kvf.fo í seinasta lagi 14. september 2022. Merk teldupostin “Lærlingur” í evnisrútin. Skrivliga tilfarið skal sendast sum ein samlað PDF-fíla.
*VERKÆTLAN
Verður tú kallað/ur til samrøðu, kanst tú í hesum sambandi vísa Kringvarpinum eina verkætlan, ið tú sjálv/ur hevur verið við til at gera, og tú skalt greiða frá tínum leikluti í verkætlanini, sum skal hava eitt grafiskt útgangsstøði.
Um tú ynskir meira kunning, ert tú vælkomin at venda tær til Høgna Egholm Magnussen, miðlagrafikara í Kringvarpinum, telefon 296511, ella teldupost hem@kvf.fo.