Miðnám á Kambsdali
Útgivið
17. november 2023
Útgongur
30. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú tænastusinnað/ur, álítandi og íðin, so hava vit kanska rætta starvið til tín. Vit sóknast nevniliga eftir einum fólki at vera partur av okkara tænastutoymi í matstovuni.

Talan er um fastlønt starv og arbeiðstíðin er frá kl. 7 til 15 hvønn skúladag.

Eisini kunnu væntast eyka uppgávur, tá eingin skúlagongd er.
Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreistin er 30. november 2023.

Umsóknin skal sendast til:
Miðnám á Kambsdali
Dalsvegur 1
Kambsdalur
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til:
ums@kambsdalur.fo

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðstein Lyngvej, køksleiðara á telefon 789033.

Líknandi størv

12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið