Lýsing
Miðlagrafikaralærlingur til Smyril Line
Vilt tú vera við til at sniðgeva framtíðina hjá Smyril Line? Vit sóknast eftir einum miðlagrafikaralærlingi til grafiskudeild.
Vit bjóða
Tú kemur at arbeiða fyri eina altjóða fyritøku, sum veksur og trýr upp á framtíðina. Vit bjóða eitt umhvørvið, har tú fært ment teg til at veita grafiskar loysnir á høgum støði til Norrönu, Smyril Line Cargo, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, og somuleiðis nógv ymiskt tilfar til skrivstovur okkara í Føroyum, Danmark, Týsklandi, Hollandi og Íslandi.
Sum miðlagrafikaralærlingur verður tú partur av toyminum á marknaðardeildini. Har sleppur tú at arbeiða við fjølbroyttum grafiskum uppgávum og ymiskum forritum, so sum Adobe, In Design, Photoshop, Illustrator vm.
Tú
Vit vænta, at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, og at tú torir at arbeiða kreativt. Tað er sjálvandi eisini neyðugt at brenna fyri marknaðarførslu og tí grafiska yrkinum í sær sjálvum.
Setanartreytir
Lærutíðin er fýra ár. Ein partur av lærutíðini er skúlagongd í Danmark. Restin er lærutíð á høvuðskontórinum hjá Smyril Line, í Tórshavn.
Løn er sambært galdandi sáttmála, og avtalu. Starvið verður sett sum skjótast aftaná summarfrítíðina.
Freist at søkja
Tú søkir starvið via frymilin niðanfyri, í seinasta lagi 18. juli 2021. Viðmerk ‘Miðlagrafikaralærlingur’.
Umsóknir verða viðgjørar í trúnaði.
Vilt tú hoyra meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karis við Brúgv á karis@smyrilline.fo ella á tel. 521617.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes, Mistral og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia, Hotel Brandan og matstovuna Katrinu Christiansen.