Útgivið
16. juni 2021
Útgongur
1. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Málsviðgeri til deildina Endurvenjing

Almannaverkið søkir eftir málsviðgera í sambandi við økt virksemi á deildini Endurvenjing. Høvuðsuppgávan hjá deildini er at hjálpa borgarum at vinna førleikan og lívið aftur við venjing.

Um Endurvenjing
Deildin Endurvenjing røkir í løtuni tænastuna endurvenjing og fer frá september 2021 at víðka um virksemið, tá tænastan viðlíkahaldsvenjing verður sett í verk. Afturat hesum hevur deildin javnan samstarv við tænastuveitarar uttan fyri Almannaverkið. Í sambandi við víðkaða virksemið hevur deildin brúk fyri einum málsviðgera til málsviðgerð og annað skrivstovuvirksemi. Arbeiðið á deildini er skipað eftir tvørfakligum hugsanarhátti, har starvsfólkini brúka fakligu kjarnuførleikarnar á besta hátt.

Virksemið á deildini fevnir um alt landið. Á deildini starvast í løtuni 16 fólk: ergo- og fysioterapeutar, umframt ein leiðari. Deildin fer væntandi at vaksa støðugt næstu seks árini.

Um starvið
Talan er um eitt fast starv 30 tímar um vikuna við setan 1. september 2021 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar fevna um málsviðgerð fyri tænasturnar endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing og vanligar skrivstovuuppgávur sum t.d. skrivarauppgávur, telefonavgreiðsla, bílegging av tænastum, fundarfyrireiking, gera hagtøl og annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði. Nýggi málsviðgerin verður við til at byggja upp fyrisitingarliga partin av nýggja virkseminum á deildini.

Førleikakrøv
Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur innlit í ella royndir á heilsufakliga økinum. Uppgávur kunnu koma fyri uttan fyri høvuðsskrivstovuna, so umsøkjarar skulu hava koyrikort til bil.

Væntanir
Vit vænta ein nærlagdan og ábyrgdarfullan starvsfelaga, sum hevur sterkar eginleikar at samstarva við starvsfelagar, aðrar fakbólkar, borgarar og avvarðandi. Vit leita eftir umsøkjara, sum hóskar væl til toymið, bæði fakliga og persónliga. Tað er neyðugt at duga at arbeiða sjálvstøðugt, at leggja arbeiðsdagin væl til rættis, at hava gott yvirlit og tola at arbeiða undir trýsti. Gott mál í skrift og talu er neyðugur førleiki. Vit hugsa okkum, at rætti persónurin hevur góðan røkiskap, telduførleika og evni at vera fleksibul.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Viðskiftadeplinum. Starvsstaðurin er í løtuni á Smyrilsvegi 14 í Havn. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í flokki 3. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsókn  
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið" og síðan útfylla umsóknarblaðið og viðhefta viðkomandi fílur. 

Freist 
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 1. juli 2021 kl. 23.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrið Jensen, deildarleiðara, á telefon 387307.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 75 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum, har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman upp á nærum óteljandi mátar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið