Útgivið
20. september 2021
Útgongur
9. oktober 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Morgunkokkur til Hotel Brandan

Elskar tú at gera mat og skapa góðar upplivingar? So er eitt fulltíðarstarvið, sum kokkur í okkara morgunmatartoymi, kanska akkurát nakað fyri teg!

Við nærlagni, tínum yrkisføri og bestu rávørunum, verður tú við til at tryggja at dagurin hjá øllum gestum okkara byrjar væl. Bakstur og matgerð frá botni er týdningarmikil partur av gerandisdegnum á okkara hotelli – og royna vit í flestu førum, at keypa umhvørvisvinaligar og føroyskar rávørur. 

Tín vangamynd

  • Er ein morgunfuglur og dámar væl at byrja dagin tíðliga
  • Tú er útbúgvin kokkur
  • Tú elskar at arbeiða í einum køki og hevur helst viðkomandi royndir
  • Dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi

Sentanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála og avtalu.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 11. oktobur 2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn v.m. til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk “Morgunkokkur”.

Okkara køksleiðari, Rannvá Beder, veit meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja á 23 92 40 ella skriva til rb@hotelbrandan.fo.

Hotel Brandan er okkara fýrastjørnaða superior hotell og hevur 124 kømur, matstovu, kafé, fleiri fundarrúm og veitsluhølir. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line.

Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið