Gjáargarður
Útgivið
6. august 2025
Útgongur
21. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv

Lýsing

Arbeiðsstaður: Gjáargarður, Gjógv
Arbeiðstíð: 06:30 – 12:00 (morgunvaktir)

Um starvið:
Vit leita eftir røskum og fyrikomandi morguntænarum at verða partur av okkara starvsfólkahópi á Gjáargarði. Sum morguntænari hevur tú ein týðandi leiklut at tryggja, at okkara gestir fáa eina góða byrjan upp á dagin. Tú verður við til at tryggja eina hugnaliga uppliving fyri okkara gestir.

Arbeiðsuppgávur:

Fyrireika og servera morgunmat til gestirnar
Vaska upp og rudda í køkinum eftir morgunmatarborðið
Hava eftirlit við reinføri og trivnaði í matarhølunum
Móttøka og vegleiðing av gestum um morgunin
Fyrireika til komandi dag
Aðrar fyrifallandi uppgávur eftir tørvi

Vit vænta, at tú:

Ert fyrikomandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Hevur skil fyri reinføri.
Ert ágrýtin og klár/ur at taka ábyrgd
Hevur møguleika at arbeiða um vikuskifti
Dugir at samskifta á føroyskum og enskum og donsk er ein fyrimunur

Vit bjóða:

Eitt áhugavert og fjølbroytt starv í hugnaligum umhvørvi
Góð samstarvsfólk og eitt gott arbeiðslag
Starvið byrjar skjótast gjørligt
Løn sambært avtalu.

Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast til:
starv@gjaargardur.fo

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 233171

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið