Lýsing
Vit søkja eftir móttøkufólki til móttøkuna á Glyvrum at arbeiða dagvakt og náttarvakt. Um tú brennir fyri at veita eina góða tænastu og trívist í einum starvi við fjølbroyttum uppgávum, so ert tú kanska tann vit leita eftir.
Starvið
Sum móttøkufólk ert tú tann fyrsti/fyrsta, sum starvsfólk, kundar og vitjandi møta, tá ið tey koma inn til okkum. Saman við móttøkutoyminum kemur tú at hava ábyrgd av at veita eina góða tænastu.
Uppgávurnar verða m.a.:
- At taka ímóti starvsfólki og vitjandi
- At taka ímóti og víðaristilla telefonir
- Fyrisitingarligar uppgávur og journalisering
- Kontantsøla av laksi
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Á náttarvaktini er tað uppgávan hjá móttøkuni at vera ein eyka trygd hjá teimum, sum ganga vakt á øðrum lokatiónum í Samtakinum og tryggja, at alarmar verða avgreiddir. Starvsstaðurin er á Glyvrum, og tú kemur at arbeiða dagvaktir og náttarvaktir eftir eini vaktarætlan.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin hevur viðkomandi royndir og/ella útbúgving innan móttøku ella fyrisiting. Harumframt vænta vit, at:
- Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samskifta á føroyskum og enskum
- Tú megnar væl umskiftiligar uppgávur og varðveitir altíð eitt høgt tænastustøði
- Tú hevur góðar telduførleikar
- Tú ert støðug/ur og møtir væl upp
Løn og setanartreytir
Løn er sambært avtalu. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Anniku Vestergaard, móttøkuleiðara á tel. 23 56 24 ella teldupost anve@bakkafrost.com.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.
Umsóknarfreistin er 19. novembur 2023.
Um okkum
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, lívfiski, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu og flutning. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoynni, Sandoynni og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki í Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).