Lýsing
Brennir tú fyri at veita eina góða tænsatu og at hjálpa øðrum? Ert tú fyrikomandi, og ynskir tú eitt starv í eini fyritøku, har nøgdsemið og kundatænasta eru í hásæti? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum fólki / lærlingi til móttøku okkara í Havn. Tú kemur at virka sum móttøkufólk og samstundis at hava ábyrgd av leigubilunum.
Vit vænta, at tú:
• Ert í minsta lagi 18 ár
• Ert tænastusinnað/ur
• Ert ágrýtin og álítandi
• Tekur ábyrgd við einum smíli
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt
• Tosar og skrivar føroyskt
Tínar uppgávur eru eitt nú
• at taka ímóti kundum
• hjálpa starvsfeløgum við fyrifallandi uppgávum
• hava ábyrgd leigubilum
Vit bjóða:
Eitt spennandi og ábyrgdarfult starv í einum livandi umhvørvi. Gerandisdagurin er væl skipaður, tónin er lættur, og tú kemur at virka saman við dámligum og dugnaligum starvsfelagum. Tú fært alla neyðuga vegleiðing og upplæring fyri at kunna útinna fjølbroyttu uppgávurnar til lítar.
Reyni Service hevur virkað í føroysku bilvinnuni í meira enn 70 ár. Vit leggja stóran dent á góðsku og kundanøgdsemi, og vit kýta okkum hvønn dag fyri at geva kundanum bestu uppliving og tænastu. Vit hava tvær deildir, eina í Havn og eina í Klaksvík, og tilsamans starvast 60 fólk hjá Reyni Service.
Vil tú hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sámal av Reyni á tel. 222500. Umsóknir skulu stílast til starv@rs.fo.
Umsóknarfreistin er: 29. novembur 2024.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.