Landssjúkrahúsið
Útgivið
2. oktober 2023
Útgongur
15. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir móttøkufólki til Børn & Ung Psykiatri. Talan er um fast starv á brøki 0,8 til setan 01.11.2023 ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um skráseting av sjúklingum, at taka sær av bókingum, mail- og telefonsamskifti við foreldur og annað fyrifallandi arbeiði. Í starvinum kemur tú at hava tvørfakligt samstarv við læknar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar og aðrar viðkomandi fakbólkar.

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Trio, Outlook og Word.

Um Familjudepilin
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki: Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Um Børn & Ung Psykiatri
Í Børn & Ung Psykiatri arbeiða vit við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar eindir – børn, ung og dageind. 25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn & Ung Psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Vit søknast eftir einum persóni sum:

  • Trívist við at vera fysta andlitið barni og foreldur teirra hitta, tá tey møta í ambulatoriinum
  • Er nærlagdur og tænastasinnaður
  • Arbeiðir sjálvstøðugt, og tolir nógvar og skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Hevur gott yvirlit, og dugir at arbeiða við fleiri bóltum í luftini
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur góðan telduførleika

Førleikakrøv:

  • Viðkomandi útbúgvinng og/ella royndir sum móttøkufólk
  • Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleikar til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Góðan telduførleika
  • Jaligt sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • Tú ert fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Góð samstarvsevni, eisini tvørfakliga

Vit kunnu bjða tær:

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki í støðugari menning
  • At gerast partur av einum vælvirkandi toymi við góðum starvsfeløgum
  • Eitt breitt tvørfakligt samstarv í einum jaligum arbeiðsumhvørvi
  • Interprofessionelt samstarv við borgaran, aðrar fakbólkar og tvørturum geirar
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning, m.a. via supervisión
  • Góða innleiðslu og upplæring

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara Edith Kruse Andreasen á tlf 304500 lokal 4480 ella edian@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 15.10.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið