Hotel Brandan
Útgivið
19. september 2025
Útgongur
22. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv

Lýsing

Ynskir tú eitt spennandi starv í tænastuvinnuni? Nú hevur tú møguleika at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og vaksa í einum livandi og vinarligum umhvørvi. Vit søkja eftir móttøkufólki til Hotel Brandan at byrja 1. oktober 2025. Starvið er tíðaravmarkað til 30. januar 2027 við møguleika fyri leingjan.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv innan tænastu á altjóða støði
  • Eitt framsøkið arbeiðspláss við dugnaligum starvsfelagum
  • Starv á einum GreenKey hotelli
  • Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
  • Og fram um alt eitt arbeiðsumhvørvi, har vit leggja dent á samanhald og trivnað

Vit vænta, at tú

  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Brennur fyri at geva gestunum eina góða uppliving
  • Trívist í einum livandi umhvørvi, og við at arbeiða í skiftandi vaktum
  • Hevur gott máloyra og dugir at samskifta á føroyskum og enskum
  • Hevur góðar telduførleikar
  • Ert útbúgvin móttøkufólk ella hevur líknandi royndir

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum.

Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 22. september 2025.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jónu Venned Fossádal, móttøkuleiðara, á tel. 239272.

Um Hotel Brandan
Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað Superior hotell við 124 kømurum, matstovu, kafé og fundar-/veitsluhølum. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið