HOTEL FØROYAR
Útgivið
25. januar 2023
Útgongur
11. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir tænastusinnaðum og fyrikomandi móttøkufólki at arbeiða fulla tíð og hálva tíð frá apríl/mai til august/septembur. Arbeitt verður í morgun- og kvøldarvaktum umframt annaðhvørt vikuskifti.

Vit leita eisini eftir einum avloysara, sum kann arbeiða fast annaðhvørt vikuskifti umframt einkultar vaktir mitt í viku.

Sum móttøkufólk fevna tínar uppgávur um

  • Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
  • At veita eina framúr tænastu til allar okkara gestir
  • At inn- og útskriva gestir
  • At hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Vit vænta, at tú

  • Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt - onnur mál afturat eru ein fyrimunur
  • Hevur góðar telduførleikar
  • Ert strukturerað/ur og umhugsin
  • Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráskiftandi umhvørvi
  • Hevur ein jaligan hugburð og ert ágrýtin

Vit bjóða tær góða upplæring, dugnaligar starvsfelagar og eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er eins.

Umsóknir og spurningar til starvið kunnu sendast til turid@hotelforoyar.fo

Umsóknarfreist 10. februar.

Starvsbyrjan eftir avtalu í vár.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið