Landssjúkrahúsið
Útgivið
15. maj 2023
Útgongur
29. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir móttøkufólki til medisinska ambulatoriið. Talan er um fast starv á brøk 0,7 at byrja 01.06.2023 ella eftir avtalu.

Medinsku ambulatoriini húsast á fleiri støðum á Landssjúkrahúsinum. Staðsetinigin í hesum starvinum verður í høvuðsheitum á G3, har fleiri serøkir eru staðsett.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um at verða fyrsta andlitið hjá sjúklingunum í møtinum við Landssjúkrahúsið, samskifti við sjúklingar og avvarandi, skráseting av sjúklingum, at taka sær av felagsteldupostinum hjá deplinum, og annað fyrifallandi arbeiði. Í starvinum kemur tú at hava tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarir og aðrir viðkomandi fakbólkar.

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Trio, Outlook og Word.

Vit søknast eftir einum persóni sum:

  • Trívist við at vera fysta andlitið sjúklingurin hittir, tá hann møtir í ambulatoriinum
  • Er nærlagdur og tænastasinnaður
  • Arbeiðir sjálvstøðugt, og tolir nógvar og skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Hevur gott yvirblikk, og dugir at arbeiða við fleiri bóltum í luftini
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur góðan telduførleika
  • Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir sum móttøkufólk

sí lýsing her

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið