HOTEL FØROYAR
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
10. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
4

Lýsing

Hotel Føroyar leitar eftir einum tænastusinnaðum móttøkulærlingi at byrja í vár ella summar 2023.

Tínar uppgávur sum móttøkulærlingur fevna um:

  • Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
  • At inn- og útskriva gestir
  • At samskifta við gestir í skrift og talu
  • At hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Vit vænta, at tú

  • Tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt - onnur mál afturat eru ein fyrimunur
  • Hevur góðar telduførleikar Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráskiftandi umhvørvi
  • Hevur ein jaligan hugburð og ert ágrýtin
  • Ert strukturerað/ur og umhugsin

Lærutíð
Vit kunnu bjóða tær eitt gott lærupláss á størsta hotellinum í Føroyum, góða upplæring í lærutíðini umframt fittar og dugnaligar starvsfelagar.

Umsóknarfreist 10. februar 2023.

Starvsbyrjan eftir avtalu í vár ella summar.

Umsóknir og spurningar til lærutíðina kunnu sendast til turid@hotelforoyar.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið