P/F Smyril-Line
Útgivið
21. oktober 2025
Útgongur
16. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Smyril Line leitar eftir einum eldhugaðum og álítandi leiðara til móttøkuna umborð á Norrönu.

Sum móttøkuleiðari møtir tú nýggjum og spennandi avbjóðingum, har góð tænasta og tíni evni at leiða og samskipa eru lykilin til eina vælvirkandi móttøku. Tú verður ein av lyklapersónunum í hotelldeildini og partur av einum dugnaligum og samstarvssinnaðum leiðslutoymi.

Í móttøkuni arbeiða tveir móttøkuleiðarar, ein á hvørji vakt. Tú siglir 1:1 – fýra vikur umborð geva fýra vikur heima við løn.

Um starvið
Móttøkan er miðstøðin á okkara siglandi hotelli. Tú hevur ábyrgd av rakstri, dagligari tænastu og einum toymi á umleið 10 starvsfólkum. Tú leggur arbeiðið til rættis, tryggjar góða kunning og ansar eftir, at tænastan altíð er á høgum støði.

Til tíðir kann tað verða stórt trýst á móttøkuna og tískil er umráðandi, at tú megnar at handfara ymiskar og til tíðir avbjóðandi støður.

Tín vangamynd
Tað er ynskiligt, at tú hevur:

  • Royndir við móttøkuarbeiði – leiðsluroyndir eru ein fyrimunur
  • Áræði, ert tænastusinnað/ur og finnur loysnir
  • Dugir at samskifta á enskum og norðurlendskum máli
  • Klárar at hava fleiri bóltar í luftini samstundis og altíð við einum smíli

Starvssetan og umsóknarfreist
Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.

Freistin at søkja er 16. november 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni hjá Smyril Line HER.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lasse K. B. Nielsen, Onboard Hotel Manager, á tel. +45 29 25 23 22 ella á lasse@smyrilline.fo.

UM SMYRIL LINE
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið