Lýsing
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til eitt spennandi og fjølbroytt starv ífrítíðarskúlanum. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett11. august 2025 ella skjótast møguligt eftir hettan. Møguleiki er fyri færri tímum umvikuna.
Um Smílikulluna
Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsið hjá barninum. Børnini eruvið til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluniganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í bygdaskúlanum íMiðvági.
Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðarvisjón. Endamálið er, at bjóða virksemi sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt,læruríkt, og sum er sigandi og ógloymandi.
Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll ogstórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvarspennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vitverkstaðsarbeiði, og bjóða vit náttúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað ogeitt uttandura verkstað.
sí lýsing her