Eiðis skúli
Útgivið
2. maj 2025
Útgongur
15. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir 2 námsfrøðiligum stuðulsfólkum at starvast 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Størvini eru tíðaravmarkað skúlaárið 2025-2026.

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur viðkomandi arbeiðsroyndir.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at stuðla næmingi/um í flokkunum og einsæris.

Tey, ið sett verða skulu:

  • virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd og læra
  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • duga at samstarva
  • vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
  • vera við til áhaldandi at menna skúlan
  • vera stundislig og nærløgd

Lønar – og setanartreytir:
Størvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11 – 24.
Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3 – 9.

Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Meira kann fáast at vita um starvið frá skúlastjóranum Tom Joensen á tel. 740470.

Umsóknir, saman við c.v. og prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. mai 2025 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo. ella Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði.

Eiðis skúli hevur forskúla umframt undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin hevur góðar umstøður til næmingar og starvsfólk. Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo 

Líknandi størv

Kemilux   Faroe Islands nýtt
2. maj 2025
2. maj 2025
2. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið