Runavíkar Kommunuskúli
Útgivið
6. august 2025
Útgongur
19. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Partíðarstarv

Lýsing

Hesi størv verða lýst leys:

  • 2 tíðaravmarkað størv í forskúlanum Brúgvin á 880 árstímar (lønarbrot 0,5)
  • Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum í gerandisdegnum, arbeiðstíðin
    er millum 08.00-12.00.
  • 1 tíðaravmarkað starv í grunddeild skúlans á 880 árstímar (lønarbrot 0,5)

Søkt verður eftir starvsfólki, sum :

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • duga væl at samstarva og samskifta
  • eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
  • eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin

Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum
námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið er skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.

Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

  • Námsfrøðiligu størvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya
  • Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
  • Námsfrøðingar í skúlanum eru løntir í lønarflokki 11-24.
  • Námsfrøðingar í Sertoyminum eru løntir í lønarflokki 13-24.
  • Hjálparfólk í skúlanum eru lønt í lønarflokki 2-8.
  • Hjálparfólk í Sertoyminum eru lønt í lønarflokki 3-9.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu verða
skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19 august 2025 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast til rks@skulin.fo.

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen,
skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331 ella Jóhan T. Lervig varaskúlastjóra á tlf. 237133
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 510 næmingar, av hesum eru
56 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo

 

Líknandi størv

Vinnuráðgevi   Faroe Islands nýtt
3. november 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025
Roknskaparleiðari til Apoteksverkið   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025
29. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið