Lýsing
Søkt verður eftir einum stuðulsfólki frá 5. januar 2026 til 18. juni 2026. Lønarbrotið er 0,5. Arbeiðsuppgávan er m.a. at virka sum stuðul hjá næmingi við serligum avbjóðingum.
Lønar – og setanartreytir:
Starvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11 – 24.
Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3 – 9.
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Meira kann fáast at vita um starvið frá skúlastjóranum Tom Joensen á tel. 740470.
Umsóknir, saman við c.v. og møguligum prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 18. desembur 2025 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo ella Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði.
Eiðis skúli hevur forskúla umframt undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin hevur góðar umstøður til næmingar og starvsfólk. Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo