Sjóvar Kommuna
Útgivið
25. juli 2024
Útgongur
7. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðiligum ráðgeva til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum at byrja 15. august ella eftir nærri avtalu.

Talan er um farloyvisstarv til 1. august 2025.

Uppgávurnar hjá námsfrøðiliga ráðgevanum eru m.a.:
· at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum
· at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnunum
· at gera menningarætlanir
· at menna TÍTT sum amboð á stovninum
· í samstarvi við stovnsleiðsluni at menna námsfrøðiliga tilboðið á stovninum

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvsetanin verður sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, og er lønt á lønarstigi 19-26.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sóleyð Debes Joensen, dagstovnaleiðara,
á tlf. 232747.
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Sambært løgtingslóg um barnaváttanir §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. august 2024, kl. 12:00, og verður at senda til: litliflottur@sjovar.fo

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið