Suðuroyar Barnaverndartænasta
Útgivið
19. maj 2023
Útgongur
19. juni 2023
Staður
Sornhúsvegur 22, Postboks 104, 800 Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
barnavernd@tvoroyri.fo

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu, at starvast sum ráðgevi og stuðul í heiminum hjá barnafamiljum og at stuðla børnum og ungum.

Suðuroyar Barnavernd

Námsfrøðiligur ráðgevi til Suðuroyar Barnaverndartænastu

Talan er um eitt avbjóðandi, mennandi og spennandi starv við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið sum námsfrøðiligur ráðgevi er í tøttum samstarvi við barnaverndartænastuna og onnur fakfólk. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi, men mest um dagin og annars tíðliga á kvøldi, lagað til tørvin hjá familjunum.

Søkt verður eftir námsfrøðingi sum:

  • Dugir væl at samstarva og samskifta bæði í skrift og talu
  • Vísir virðing yvir fyri familjunum og børnunum/teim ungu
  • Kann virka fyri, at foreldrini fáa neyðugan stuðul til foreldrauppgávuna
  • Kann hjálpa børnum/ungum at fáa ein tryggan, mennandi og skipaðan gerandisdag
  • Dugir væl at gera eygleiðingar og er fakliga væl fyri
  • Hevur dirvi at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt

 

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og mennandi starv, í fakliga sterkum umhvørvi
  • Eitt sjálvstøgugt starv í skiftandi vaktum, har ein skipar arbeiðsdagarnir í samstarvi við umsitingina hjá Barnaverndartænastuni og familjurnar
  • Egna skrivstovu inni á umsitingini
  • Sparring og vegleiðing frá starvsfólkunum hjá Barnaverndartænastuni
  • Supervisión

 

Førleikar
Útbúgving sum námsfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving. Viðkomandi royndir er ein fyrimunur.
Neyðugt er, at umsøkjarin hevur koyrikort.

Um Suðuroyar Barnaverndartænastu
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast 3 sosialráðgevar/málsviðgerðar í umsitingini afturat leiðaranum, ein skrivari, námsfrøðiligur ráðgevi og sálarfrøðingur.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál, liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri Barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.'

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fast starv og verður sett at byrjað 01. august 2023 ella eftir nærri avtalu.
Løn sambært sáttmála millum KAF og Føroya Pedagogfelag, sum Námsfrøðiligir ráðgevar á lønarstigunum 17, 19, 21, 23 og 24.

Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. juni kl. 12.00, saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum.
Suðuroyar Barnaverndartænasta tekur sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður, at ov fáir skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran Jónleyg O. Finnsdóttir á tlf. 288085/611090 ella teldupost: jonleyge@tvoroyri.fo.
Fyri at arbeiða á einari Barnaverndartænastu er neyðugt, at loyvi verður givið til at innheinta barnaváttan og revsiváttan.

Umsóknin skal sendast við vanligum posti ella telduposti til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta
Sornhúsvegur 22
Postboks 104
800 Tvøroyri

ella:

barnavernd@tvoroyri.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið