Lýsing
Fjølbroyttir og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum og góðum starvsfeløgum. Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Vit hava tøva á:
- Einum námsfrøðingi at starvast í vøggustovu 30 tímar um vikuna
- Einum námsfrøðingi at starvast í barnagarðsstovu 25-30 tímar um vikuna
- Einum námsfrøðingi at starvast í barnagarðsstovu 30-35 tímar um vikuna (tíðaravmarkað starv sum endar 18. januar 2026)
- Trimum hjálparfólkum at starvast í vøggustovu 20-30 tímar um vikuna
- Einum hjálpafólki at starvast í barnagarðsstovu 20-25 tímar um vikuna
- Avloysarum, sum kunnu starvast av og á
Størvini verða sett frá 11. aug. 2025 ella eftir nærri avtalu.
Námsfrøðilesandi, sum verða liðug í summar eru vælkomin at søkja. Um so er, at eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta túrar bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum. Í Alvalon eru tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og ein elstibólkur. Á stovninum ganga í løtuni 96 børn í aldrinum 0-7 ár. Vit eru eitt starvsfólkatoymi við 13 námsfrøðingum og 20 hjálparfólkum.
Námsfrøðiliga arbeiðið
Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg og sum ein partur av felagsskapinum. Tryggleikin er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist, tí leggja vit stóran dent á relatións- og umsorganararbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Eisini raðfesta vit foreldrasamstarvið, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin,
spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey í stóran mun sjálvi sleppa at mynda dagin.
Tú kanst lesa meira á heimasíðu okkara: www.alvalon.fo
Vit kunnu bjóða tær
- Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum, vinarligum og hjálpsomum
starvsfólkahópi. - Eitt umhvørvið har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti.
- At tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan.
- At verða partur av verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”. Verkætlanin fevnir um øll, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.
- Eitt stað har námsfrøðiligir fundir verða raðfestir
- At tú sum námsfrøðingur fært tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki.
Vit vænta m.a. av tær
- At títt arbeiði er fakliga grundað og at tú hevur góð samstarvsevnir
- At tú tekur ábyrgd og arbeiðir eftir okkara virðum og okkara barnaáskoðan
- At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- At tú ert nærverandi, vinarlig/-ur, hjálpsom/-ur og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir við børn, foreldur og starvsfelagar
- At tú, saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini
- At tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja møguleikar í øllum børnum
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sørvágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til alvalon@sorvag.fo í seinasta lagi mikudagin 11. juni 2025.