Fuglafjarðar Kommuna
Útgivið
17. maj 2023
Útgongur
16. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingum / hjálparfólkum til bæði vøggustovu og barnagarðsstovu, at arbeiða 30-40

tímar um vikuna. Harafturat søkja vit eftir fólki at avloysa í samband við fráveru vegna feriu,

sjúku o.l.

  • Størvini verða sett 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu.
  • Námsfrøðilesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
  • Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár.
    Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjari lon. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: www.fuglafjordur.fo/borgari/born-ogung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum
  • ið ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkahópinum
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • ið samskiftir týðiligt og hevur góð samstarvsevnir
  • ið hevur gott yvitlit og megnar at skipa dagin
  • ið er eldhugað og konstruktivt
  • ið megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
  • ið sær møguleikar fram um avmarkingar

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
  • sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi

Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini:
Vilt tú vita meira um stovnin og størvini, kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund Hannu I. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:
Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður

ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.foUmsóknarfreistin er mánadagin 5. juni 2023.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið