Lýsing
Størvini eru til vøggustovur, barnagarðsstovur, Søldarfjørður. Størvini eru til setan so skjótt sum tað letur seg gera!
Vit søkja eisini avloysarar, sum vit kunnu senda boð eftir, eftir tørvi.
Um okkum:
Í Sóljuhjartanum eru 4 barnagarðstovur, 4vøggustovur og náttúrbarnagarður í Æðuvík.
Í Sóljuhjartanum starvast 40 fakligt dugnalig og íðin starvsfólk.
Vit kunnu bjóða:
Spennadi og fjøllbroytt størv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdagin.
Vit vænta, at tú:
- hevur ein savnandi hugburð
- ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
- leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
- ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
- ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarvhevur umsorgan fyri børnunum
- er íðin, nærlagdur og álítandi
- hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
- er nýhugsandi, ígongdsetandi og megnar broytingar um so skuldi verið
- sær møguleikar í náttúruni og dugir at gera brúk av teimum í arbeiðinum
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn:
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum sendast til soljuhjarta@runavik.fo
Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin, leiðara tlf. 297171