Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Brúnni eftir trimum námsfrøðingum, 30-40 tímar um vikuna, at byrja 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt eftir avloysarum til alt húsið.
Um ongin námsfrøðingur søkir, hava onnur fakfólk og hjálparfólk við royndum, framíhjárætt.
Hvørji eru vit?
Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0-7 ár. Tvær vøggustovur eru uppiá og tvær barnagarðsstovur eru niðriundir. Námsfrøðiliga arbeiða stovurnar í góðum, tøttum, nærløgdum relatiónum við børn og foreldur, so at børnini trívast og mennast í einum rúmligum umhvørvi, har spælið hevur stóran týdning. Vit eru »spælkiklók«, liva okkum inn í barnaverðina, og menna hugflogið hjá barninum.
Vit hava ein stóran og fjølbroyttan garð, við vallalendi og eini rennandi á. Garðurin gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar bæði rørsluliga og náttúruliga. Børnini fáa tíð og frið til spæl, so tey kunnu undrast og »fordjúpa« seg. Vit liggja í einum friðarligum øki, hava stutta leið út í fríu náttúruna og hava gott busssamband til allan býin.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu